TVLXV.2 - Featured image

The Village Life Exhibition In Norræna Húsið

BYGDARLÍVIÐ

Myndirnar í bygdarlívinum eru tiknar í ymsum bygdum runt um í Føroyum. Ætlanin er, at tær skulu mæla ímóti tí romantisku umrøðuni, sum er vanlig hjá fólki, tá ið tey lýsa Føroyar og føroysku bygdirnar,  t.e. sum ævintýrakend støð, har ið tíðin stendur still, og øll liva í samljóði í utopiskum fjarskotni.

Framsýningin bygdarlívið  sáar iva um hesa sjálvsøknu umrøðu, meðan hon samstundis finst at teimum niðurbrótandi eindunum, sum eru í tí sosiala bygnaði og mátti, sum eyðkennir eitt samfelag. Í hvørji mynd í bygdarlívinum síggjast myndlig drøg av skjólloysi, forfalli og órøkt, og hvør mynd er bygd upp soleiðis, at hon er á tremur við ørkymlandi symbolismu: gisnaðar hurðar, sum ikki longur kunnu latast upp, brotin ella fyrinegld vindeygu, upptærd hongsil og naglar og tekjur, sum reyð av rusti stríðast fyri at halda uppi skili, formi og virki.

Í bygdarlívinum er tann litfagra heildin og tað óslítandi sambandið millum ymisk sløg av fatanum, skipanum og afturgongd alla tíðina til staðar, men tey einastu fólkini, sum vit síggja á teimum innrammaðu myndunum, eru tey, ið skoða at myndunum…  meðan teirra avskeplaðu frásjónir og andlit verða varpað aftur til teirra til umhugsanar.

The Village Life photographs were on display in Norræna Húsið, in Reykjavík, Iceland, during August 2010. The exhibition’s images were photographed in various villages throughout the Faroe Islands.

The series disputes the romanticized narratives that people have often used to portray Faroese villages as storybook communities where time stands still and villagers live in perfect harmony with nature and one another.

The only people we see in the framed photographs are the exhibition’s viewers:  people whose distorted perspectives and visages are reflected back to them for urgent consideration. 

  • Share: