Meditations On Salt

Meditations on Salt is a photo-poetry collection by Randi Ward that was published in the Faroe Islands in 2007. The images in the collection were photographed on the island of Nólsoy in early January 2007, and all of the poems in the collection were written between August 2004 and September 2007. Meditations on Salt was publicly presented with a reading and reception in Nólsoy’s community center, Royndarhús, on the evening of October 12, 2007.

Faroese poet Kim Simonsen wrote a review of Meditations on Salt that was published in Dimmalætting in late 2007. An excerpt of his review reads:

“Savnið Meditations on Salt er eykent av iva, pínu, veðursjúku og longsli – og endurkomandi temu eru stór melankoli og veðursjúka. Tríggjar heilar yrkingar hava heitið “Veðursjúk”. Hesar yrkingar siga kanska mest um alt savnið sum heild. 

Eftir at eg hevði lisið savnið í langa tíð, stóð tað endeliga klárt fyri mær, hvat tað serliga eykennið við yrkingunum var. Tær virka, sum um tær eru skrivaðar av einum, sum er inni í einari sálarligari kavaraklokku. Einum, sum er ballaður í vatt; hetta er eisini serliga rørslan í savninum, ið er royndin at koma í samband við ein føroyskan royndarheim. Tað er, sum um yrkinga-egið veit, at hetta eru neyðugar yrkingar at skriva fyri at bróta eina serliga isolatión, møguliga sum sálarbót?

Ein endurkomandi kensla er ein av regni og føroyskum vetri, av vátari kai í Nólsoy, tá Ritan er farin seinasta túrin, og eitt markleyst einsemi.”

  • Share: